Lønarhækkan 1. mei
01.05.2025

Lønarhækkan 1. mei

Nú vit eru komin til 1. mei, skulu vit minna á, at allir limir okkara eiga at fáa lønarhækkan.
Vanliga grundlønin frá 1 mei er 161,79 kr. + møguligar viðbøtur og starvsaldur.
Eftirlønargjaldið pr. 1 mei 2025 er 12%.
Vit skulu tí minna allar okkara limir á, at kanna næsta lønarseðil fyri at tryggja, at lønin er røtt.
Lønartalvur síggjast her.