Nýtt lokalfelag
06.09.2025

Nýtt lokalfelag

Tann 1. septembur 2025 løgdu feløgini Framtíðin og Fjallbrúður í Vági, Beinisvørð í Sumba, Rubbishella í Porkeri, Arbeiðsmannafelagið Hov í Hovi og Drósan á Tvøroyri saman til eitt nýtt felag.

Nýggja felagið hevur fingið navnið Suðuroyar Arbeiðarafelag og limagjaldið er 0,2%.

Nevndin er skipað soleiðis:

Formaður: Suni Mortensen
Næstforkvinna: Ingrid Larsen
Nevndarlimir: Marina Popovic, Jógvan Delmarsson Kjærbo og Meinhard Edmund Vestureið.
Tiltakslimur: Hartvig Bech

Felagið hevur telefon nummar: 283698