Semingsstovnurin boðsendur
26/05/2020

Semingsstovnurin boðsendur

Samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru slitnaðar, og semingsstovnurin er boðsendur. Semingsstovnurin hevur fingið freist til hósdagin 4. juni at finna eina semju millum partarnar.

Sáttmálin millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag gekk upprunaliga út 1. mei, men samráðingarnar byrjaðu seinni enn vanligt vegna heilsutilmæli frá myndugleikunum. Nær sjálv semingin verður er í løtuni óvist.

Arbeiðarafeløgini – Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag - hava tey seinastu nógvu árini verið til samráðingar í felag.