SEMJA UNDIRSKRIVAÐ
30.05.2022

SEMJA UNDIRSKRIVAÐ

Arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir hava í dag góðtikið semingsuppskotið, sum gevur arbeiðarafeløgunum eina grundlønarhækking á kr 9,66 yvir tvey ár umframt at viðbøturnar fyri starvsaldur hækka. Viðbótin fyri hægsta starvsaldur verður nú 8% eftir 11 árum, og hinar viðbøturnar hækka eisini umframt at tíðarskeiðið nær tær verða latnar verður styttri.

Sum heild eru vit nøgd við lønarhækkingina. Hækkaðu starvsaldursviðbøturnar gera, at vit klára at halda stand í mun til prísvøksturin.