Tryggið øllum arbeiðsfólkum løn
12.03.2020

Tryggið øllum arbeiðsfólkum løn

Øll, sum vórðu send heim av løgmanni í sambandi við Corona sjúkuna, eru tryggjað løn, vísir løgmaður á. Arbeiðarafeløgini heita á landsstýrið um at tryggja, at øll í privatu vinnuni eisini fáa løn, um tey verða rakt av íkomnu støðuni.

Nú landsstýrið hevur sent bólkar av almennum og kommunalum løntakarum heim, boðaði løgmaður frá, at øll sum verða send heim av landsstýrinum eru tryggjaði løn.

Undirritaðu feløg vilja tískil kunna limirnar um, at landsstýrið hevur tryggjað, at tey, sum arbeiða hjá landi og kommunum, fáa løn.

Hetta er sambært løgmanni galdandi fyri allar løntakarar – tískil fáa dagrøktarar, vaskifólk, húsavørðar og onnur arbeiðsfólk hjá landi og kommunum løn, hóast tey eru send heim.

Løntakarar í privatu vinnuni

Heitt verður samstundis á landsstýrið um at bera so í bandi, at aðrir løntakarar, sum ikki sleppa til arbeiðis í privatu vinnuni, eisini eru tryggjaðir vanligu lønina. Væntast kann, at fólk ikki sleppa til arbeiðis, tí ansingarstovnar eru stongdir, arbeiðsplássið verður stongt, fólk eru í sóttarhaldi ella aðrar umstøður eru vegna íkomnu støðuna.

Týdningarmikið er, at landsstýrið tryggjar, at løntakarar í privatu vinnuni heldur ikki vera raktir fíggjarliga vegna hesar heilt serligu umstøður, ið tey sjálvi onga ávirkan hava á, men sum partvís er ein fylgja av teimum tilmælum, sum landið hevur skipað fyri.

Feløgini skilja álvarsomu støðuna, og at átøk mugu gerast fyri at steðga smittuni, men vilja samstundis tryggja, at fólk ikki koma í fíggjarligt óføri.

Tórshavn á Grækarismessu 2020,

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag

Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag

Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag