Um limaskap

Sum limur í limafelag hjá Føroya Arbeiðarafelag fært tú lut í hópin av fyrimunum og tænastum, sum felagið bjóðar framm. Føroya Arbeiðarafelag er til fyri limirnar í limafeløgunum, og vil fegin stuðla limunum.

Um tu arbeiðir innan øki hjá Føroya Arbeiðarafelag og ynskir at gerast limir, útfyll so tekningarskjalið við upplýsingum um navn, føðidato og hvar tú arbeiðir, og send tað til felagið.

Fyll út tekningarskjal

Tú fært lut í teimum sáttmálunum, sum Føroya Arbeiðarafelag hevur við arbeiðsgevarafelagið.  Í sáttmálanum eru ásett rættindi í mun til løn, arbeiðstíð, aldursviðbót, viðbøtur av ymiskum slagi, yvirtíð, trygging, eftirløn, álitismannaskipan og frítíð. 

Føroya Arbeiðarafelag hevur við trygging og eftirløn tryggjað limum sínum, so limirnir ikki nýtast at stúra fyri framtíðini, um illa vil til. Tú kanst venda tær til felagið fyri upplýsing og tryggingartreytir.

Við at gerast partur av Føroya Arbeiðarafelag ert tú partur av einum stórum felagsskapi, sum er til fyri at stuðla tær í arbeiðnum og í øðrum viðurskiftum við. Felagið var við til at stovna Samtak, og hevur eina sterka rødd í almenna rúminum.

Føroya Arbeiðarafelag hevur ein sjúkragrunn, sum kann rinda upp í 2500 kr um mánaðin í eitt 3 mánaða skeið, um limurin hevur verið sjúkrameldaður í meir enn 3 mánaðir út í eitt og annars lýkur treytirnar.

Sum limur í limafelag í Føroya Arbeiðarafelag fært tú lut í sáttmálarættindum felagsins. Ert tú fyri órætti á arbeiðsmarknaðinum hjálpir felagið tær, og tekur upp málið við sakførara felagsins. Tú fært hjálp frá fakfelagnum um arbeiðsgevarin ikki heldur skyldur sínar mótvegis tær sum arbeiðsmanni, t.d. um lønin ikki verður goldin ella annað óreglusemi fer fram.

Føroya Arbeiðarafelag veitir ókeypis advokat- og rættarhjálp. Hvønn hósdag kl 14:00 til kl. 16:00 ber til at seta seg í samband við advokat felagsins á tlf 312101, sum kann ráðgeva um løgfrøðilig viðurskifti. 

Føroya Arbeiðarafelag vil eisini hjálpa limum sínum í øðrum viðurskiftum, og bjóða okkum til at hjálpa og vegleiða tær í mun til tíni sáttmálarættindi, arbeiðsmarknaðarrættindi og í mun til sosialar skipanir. Føroya Arbeiðarafelag skipar fyri skeiði fyri álitisfólk, nevndarlimir og onnur áhuga. FA stuðlar limum sínum í verkfalli, og um tað er lock out.