Verkafólkavangin: Sveinbjørn
💪VERKAFÓLKAVANGIN 29. JUNI 2023💪
Vit fara at senda #verkafólkavangan í summarfrí við Sveinbjørni Davidsen, sum arbeiðir á klokakkdeildini hjá fyritøkuni Krosstein🚽🕳️🛠️
Krosstein veitir í høvuðsheitum tænastur og vørur innanfyri vatnveiting, hitaverk, kloakk, sanitet og ventilatión💧🔥🚽🚰🛁🔄 Í alt starvast uml. 30 fólk í fyritøkuni🧑‍🔧👷‍♂️
Sveinbjørn er 52 ár, úr Kvívík, og hevur arbeitt sum lagurmaður hjá Krosstein síðan 2001 - altso í 22 ár!💪 Honum dámar væl arbeiðið, og serliga eru tað kundarnir og starvsfelagarnir, sum ríka gerandisdagin😊
Túsund takk fyri, tú vildi mynda Verkafólkavangan hesaferð, Sveinbjørn, og vit ynskja tær eitt gottt summar!💪😊☀️