Frítíð:
At halda frí er ein mannarættur. Sambært frítíðarlógini hava arbeiðsfólk rætt til at hava 5 vikur frí í einum ári. Frítíðin verður vanliga ásett í samráð við arbeiðsgevaran. Hóast ein arbeiðari hevur verið styttri enn 1 ár hjá einum arbeiðsgevara, hevur viðkomandi kortini rætt til frítíð, men frítíðarlønin verður innvunnin fyri eitt ár í senn.
Setanarbræv:
Tá ið tú fert í nýtt starv, sum varar meir enn 1 mánaða, og sum í miðal er meir enn 8 tímar um vikuna skalt tú minnast til at fáa setanarskriv frá arbeiðsgevaranum.
Trygdargrunnurin:
Trygdargrunnurin fyri avreiðingar og lønir, vanliga bara nevndur Trygdargrunnurin, er grunnur, sum allir arbeiðsgevarar í Føroyum rinda í, og sum kann veita tær sum starvsfólki løn, sum tú eigur til góðar, um arbeiðspláss títt fer á húsagang.
Fyri at fáa útgjald úr Trygdargrunninum skulu hesi viðurskifti vera upp á pláss:
- tú skalt boða grunninum frá kravinum
- tú skalt kunna prógva kravið
- tú skalt hava forvunnið lønina seinastu 90 dagarnar áðrenn freistdagin
- arbeiðsgevarin skal ikki sjálvur vera førur fyri at rinda lønina
Tú skalt sjálv/ur senda Trygdargrunninum umsókn um løn, sum tú eigur til góðar.
Fráboðanarfreistin er 4 vikur Kunngerðin § 2. Fráboðanarfreistin til grunnin er 4 vikur. Freistin verður roknað soleiðis: Í fíggjartroti frá tí degi, tá ið áheitanin um fíggjartrot verður staðfest. Tá arbeiðsgevarin doyr og búgvið verður tikið til skiftiviðgerðar eftir kap. III í skiftilógini, tá proklama er kunngjørd. Tá fyritøkan heldur uppat, og tað verður sannað, at arbeiðsgevarin er ikki førur fyri at rinda kravið, frá tí degi, sum grunnurin ásetur. 2. stk. Fráboðan verður ikki viðgjørd, tá ið hon er latin seinni enn tær í stk. 1 ásettu freistir. 3. stk. Tá serligar umstøður eru, kann grunnurin víkja frá teimum í stk. 1 nevndu freistum. |
Umsóknin skal vera móttikin í seinasta lagi fýra vikur eftir freistdagin.
sí meira kunning her