Poddvarpið
Brellbiti

 

Ein brellbiti til poddin kann hoyrast her

1. Strongd á arbeiðsplássinum
Vit leggja hart út við evninum “strongd á arbeiðsplássinum”.
Elisa Vang tosar við Niclas Hera Jákupsson, sum sjálvur hevur havt strongd og nú dagliga arbeiðir við at fyribyrgja strongd á arbeiðsplássum kring alt landið.
Høvuðsboðskapurin hjá Niclas Hera er, at um vit skulu fyribyrgja strongd, mugu vit læra okkum at siga frá; og at tað er umráðandi, at vit í Føroyum læra okkum at tosa um strongd í einum fordómsfríum tóna.

 

Finn poddin facebooksíðuni hjá Verkavarpinum ella her.

2. Stríðsdagur arbeiðaranna: líkaløn í 40 ár

1. mai er stríðsdagur arbeiðaranna. 
Í hesum serliga 1. mai-poddinum, tosa vit við Ingeborg Vinther, fyrrverandi forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, um nakrar varðar, hon legði eftir sær fyri arbeiðaran í Føroyum alla ta tíð, hon var aktiv í fakfelagsrørsluni. 
Serliga tosa vit um formligu líkalønina millum kvinnur og menn, sum kom í gildi fyri júst 40 árum síðani í dag. 
Tað vóru Ingeborg Vinther og Andrea Árting, sála, sum vóru "primus motor" handan sáttmálasamráðingarnar, sum tryggjaðu kvinnum í Føroyum líkaløn hin. 1 mai í 1981.

 

Finn poddin á facebooksíðuni hjá Verkavarpinum ella her

3. Tíðin eftir sjúku

Svend Højgaard greiðir frá nøkrum av avbjóðingunum, hann upplivdi, tíðina aftaná sjúkramelding. Og Mimi Steintórsdóttir, advokatur, greiðir frá, hvørji rættindi starvsfólk og starvssøkjandi hava í samband við sjúkramelding - og tíðina aftaná sjúkramelding.

Finn poddin facebooksíðuni hjá Verkavarpinum ella her

4. Arbeiðið og tú - ein kanning

"Arbeiðið og  tú" er ein kanning, sum Deildin fyri Arbeiðs- og Almanaheilsu ger í løtuni.  Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og verkætlanarleiðari, er gestur í Verkavarpinum hesaferð, har hon greiðir frá kanningini, Arbeiðsumhvørvið og tú; hvat hon snýr seg um, og hvat tey vænta at fáa burturúr.

Finn poddin facebooksíðuni hjá Verkavarpinum ella her

5. Ung til arbeiðis - er órættur á matskránni?

Ung í Føroyum eru ikki nóg tilvitað um síni rættindi á arbeiðsmarknaðinum. Tað er tað í øllum førum nógv sum bendir á, sigur Rókur Herup Olsen, formaður í Unga Tjóveldi, sum er ein av gestunum í Verkavarpinum hesaferð.  Ungmannafelagið byrjaði fyri stuttum átakið "Er Órættur á Matskránni", har tey heittu á ung á arbeiðsmarknaðinum um at senda sínar søgur inn, um tey høvdu verið fyri órætti á arbeiðsplássinum. 
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, hevur drúgvar royndir í fakfelagsarbeiði, og í hesum poddinum kemur hon við nøkrum boðum uppá, hvussu vit kunnu bøta um støðuna hjá ungum á arbeiðsmarknaðinum.

Finn poddin facebooksíðuni hjá Verkavarpinum ella her

6. Arbeiðsvanlukkur og vinnusjúkur

Boðskapurin er týðiligur frá Leivuri Persson, stjóra í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, og Pál Weihe, arbeiðsmedisinara: boðið frá arbeiðsskaða og/ella vinnusjúku!
Tað er av alstórum týdningi, at skaðar og sjúkur, ið standast av arbeiðnum ella arbeiðsumstøðunum verður fráboðað til ávikavist arbeiðseftirlitið og kommunulæknan, um arbeiðast skal ímóti eini nullhugsjón hvørjum arbeiðsskaðum viðvíkur.

Finn poddin facebooksíðuni hjá Verkavarpinum ella her

7. Jólaheilsan frá fakfelagsformonnum

Tað eru nøkur grundleggjandi rættindi, sum mugu fáast til høldar til komandi samráðingar, eru teir tríggir fakfelagsformenninir í Samtaki á einum máli um. Tað er eitt nú alneyðugt, at øll fáa rætt til fasta løn. Serliga av tí orsøk, attað er serstakliga avbjóðandi at fáa bústaðarlán, tá setanarviðurskiftini eru so óviss, sum tey eru hjá tímaløntum. "Tað er skjótt at enda í einum stressaðum, pressaðum láglønarbólki", siga Georg F. Hansen, formann í Føroya Arbeiðarafelag, Jan Højgaard, formann í Føroya Fiskimannafelag og Absalon Hansen, formann í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, sum eisini - saman við Verkavarpinum - ynskja øllum limum sínum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Finn poddin facebooksíðuni hjá Verkavarpinum ella her

 

8. Brúkaraprístal og hvussu tað ávirkar okkum

Korona og kríggj hevur havt búskaparlig sveiggj við sær kring allan knøttin. Í løtuni uppliva vit eina ógvusliga inflatión í Føroyum, sum meira ella minni merkir, at brúkaraprístalið er økt heilt nógv. Hetta kemst serliga av methøgu oljuprísunum.
Men hvat er eitt brúkaraprístal? Hvør avger talið? Og hvussu ávirka sveiggini í brúkaraprístalinum okkum brúkarar?
Tað greiða Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, og  Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, okkum frá í hesum partinum av Verkavarpinum. 

Finn poddin facebooksíðuni hjá Verkavarpinum ella her